Samgongan og landsstýrið hava seinastu tveir dagarnar sitið í Skálavík og viðgjørt fíggjarlógina fyri næsta ár.
Hetta er síðsta fíggjarlógin hjá hesari samgonguni, og tað merkir at vit eru komin inn í eitt valár. Og tað kann blíva trupult hjá samgonguni, tí landsstýrið boðar frá, at stórar sparingar skulu gerast - sparingar hjá landinum, men eisini hjá kommunum.
Um semja fast um tað, ivast Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, í. Tað segði hann í Degi & viku í kvøld.
- Eg veit ikki um tað er sjálvmorð, men tað skal í øllum førum ein ótrúliga sterkur ryggur til at bera tað (sparingarnar, red.).
- Um tað fer at bera til, um teir allir tríggir flokkarnir eru samdir um hvussu tað skal orðnast, tað ivist eg. Tað kann gott vera, at teir kunnu blíva samdir í dag, tá teir sita í Skálavík, en tá vit nærkast, tá vænti eg at kríggið harðnar ótrúliga nógv.
- Vit kunnu spæla og siga, at politikkur er at vit arbeiða fyri samfelagið, men fyri tingfólk er tað avgerandi at tey hava arbeitt so mikið væl, at tey verða vald aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald