Uttanlands

Vápnahvíld í ár ósannlíkt

Finski forsetin, Alexander Stubb sigur, at Evropa má halda fram at stuðla Ukraina

Finski forsetin, Alexander Stubb (Mynd: EPA)

Finski forsetin, Alexander Stubb (Mynd: EPA)

2025-11-16 19:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ósannlíkt, at avtala um vápnahvíld millum Ukraina og Russland verður gjørd í ár, sigur finski forsetin, Alexander Stubb við tíðindastovuna AP.

Stubb heitir í hesum sambandi á tey sameindu í Evropa um framhaldandi at stuðla Ukraina, sum framvegis eru undir hørðum álopum frá russum.

– Eg eri ikki bjartskygdur um møguleikan fyri vápnahvíld ella byrjanina til friðarsamráðingar í ár, sigur finski forsetin, sum leggur afturat, at tað hevði verið gott at "fingið gongd á okkurt" áðrenn mars mánað næsta ár.

Stubb sigur seg fegnast um, at Trump revsar russisk orkufeløg fyri at leggja trýst á Russland, men tað er ikki nóg mikið, sigur hann. Meira má gerast fyri at geva ukrainum møguleikan at raka russiska hernaðar- og verjuídnaðin.

Tá tað kemur til samskiftið millum Trump og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, kunnu aðrir evropeiskir leiðarar vera millumlið, men bert ein persónur eigur at samráðast beinleiðis og alment við russiska forsetan, Vladimir Putin, og tað er Trump, sigur finski forsetin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder