2020-01-07 15:41
Mikudagin í næsta viku kemur varaforsetin í tinginum í Katalonia til Føroya. Hetta skrivar Kringvarpið í dag.
Josep Costa i Rosselló tók í fjør við sessinum. Hann er útbúgvin løgfrøðingur. Costa i Rosselló vitjar í Føroyum frá 15. til 17.januar, og hann skal millum annað í løgtingið, meðan hann er í Føroyum
Costa, næstuttast til høgru (Mynd: EPA)
Eftir vitjanina í Føroyum fer katalanin til Íslands. kvf.fo skrivar, at Josep Costa hevur leingi viljað vitjað Føroyar og Ísland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald