
Løgreglan fekk sunnumorgunin eina fráboðan frá einum manni, sum við harðskapi skal vera noyddur at flyta pengar á eina kontu, sum ikki var hansara.
Tað veit útvarpið hjá Kringvarpinum.
Trý fólk, ein kvinna og tveir menn, vórðu mánakvøldið varðhaldsfongslað og skuldsett fyri rán. Ein kvinna afturat er skuldsett, men hon er ikki varðhaldsfongslað. Øll nokta seg sek, men onkur teirra sigur seg vera partvís sekan.
Maðurin, sum skal hava verið tvungin at flyta peningin, visti hvørji hesi fólkini vóru.
Hendingin fór fram á einum gistingarhúsi í Havn. Málið hevur ikki samband við rúsevni, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, við útvarpið.
Upplýst verður ikki hvussu nógvan pening, maðurin varð noyddur at flyta.
Talan er um ung fólk. Í tjúgunum ella yngri enn tjúgu ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald