Skráin fyri Várdagar er fjølbroytt við nógvum spennandi tiltøkum til allar aldursbólkar. Várdagarnir byrja 27. apríl við árliga ruddingardegnum. Kommunan bjóðar morgunmat frá kl. 9 og síðani verður farið til verka. Á middegi verður hugnaløta á havnalagnum har m.a. sangframførsla við ungdómsbólkinum Elisha verður á skránni.
Ígjøgnum vikuna verða nógv ymisk tiltøk á skránni. Sunnudagin verður konsert í Fríðrikskirkjuni við kirkjukórinum og musikkskúlanæmingum.
Mánadagin verður mannfólkakvøld á Svangaskarði, sum B68 skipar fyri, fyrilestur á Bókasavninum í Tofta skúla og line dansur í Oyrahandlinum.
Týsdagin 30. apríl skipar B68 fyri barnatiltaki á Svangaskarði, V.U. Hammershaimb kvøld verður í Gl. Prestagarði og á Svangaskarði verða gomul filmsbrot víst frá flakavirkinum Nyki og Tórður Mikkelsen hugleiðir.
Mikudagin 1. mai er familjugudstænasta í Fríðrikskirkjuni og Tofta Kvinnufelag skipar fyri kvinnukvøldi í Tofta skúla.
Hósdagin verður útgávu konsert í Nebo við Jóhan Magnus Gunrim, har TOS og Ari Seward eisini luttaka.
Fríggjadagin 3. mai verður stór sangløta í teltinum á havnarlagnum har fleiri ymiskir bólkar luttaka og eisini verður ókeypis suppa at fáa.
Eisini kann nevnast, at málningaframsýningar eru í Oyrahandlinum og Gráasteinshúsinum har ávikavist Osla Gøthe og og Tórfinn Jacobsen sýna fram.
Leygardagin 4. mai skipar Sherpa v/ Bárður Hansen fyri rapelling og klintring í Fossdali.
Várdagarnir enda við Bátafestivalinum á Toftum 4. mai, har nógv ymiskt er á skránni fyri alla familjuna.
Øll skráin fyri Várdagarnar og Bátafestivalin sæst á heimasíðuni hjá Nes kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald