Innanlands

Varðhaldsfongslaður fyri at stinga við knívi

Grundlógarhoyr var í gjár

2020-01-06 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður í tjúgunum varð við grundlógaravhoyring í Havn í gjár varðhaldsfongslaður í 15 dagar. Maðurin er skuldsettur fyri at stinga við knívi.

Tilburðurin fór fram í Klaksvík leygarkvøldið. Ósemja stóðst millum tveir mans, báðir í tjúgunum, um eitthvørt. Ósemjan endaði við, at annar tók knív fram og stakk hin í beinið.

Les eisini: Kjak elvdi til álop við knívi 

Særdi maðurin varð koyrdur á skaðastovuna, men er útskrivaður aftur. Onki bendir á, at rúsdrekka var við í leikinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder