Ein persónur varð í gjár til grundlógaravhoyr í Føroya rætti í sambandi við eitt harðskapsmál frá vikuskiftinum, og avgjørt varð at varðhaldsfongsla hann í fýra vikur.
Viðkomandi er skuldsettur fyri grovan harðskap - fyri at blaka stórar steinar eftir einum øðrum persóni og raka viðkomandi í høvdið.
Hetta hendi í einum sethúsum.
Persónurin, sum er varðhaldsfongslaður hevur eisini meldað hin persónin, sum hann er skuldsettur fyri at brúka harðskap ímóti. Hin persónurin er so ikki varðhaldsfongslaður.
Løgreglan skal nú brúka næstu vikurnar uppá at finna útav, hvat vendir upp og niður í málinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald