Innanlands

Varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur fyri grovan harðskap

Tveir mans endaðu á sjúkrahúsinum eftir at teir vóru slignir við knúgvajarni

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-20 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein maður í tjúgunum er varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur fyri at hava sligið tveir mans við knúgvajarni í miðbýnum í Havn.

Maðurin fór í býin fríggjakvøldið við knúgvajarni uppiá sær, og tað var hetta, hann tók fram og brúkti móti monnunum ta náttina.

Løgreglan sigur, sambært in.fo, at maðurin sló fyrst ein mann við knúgvajarninum og síðani sló hann ein mann afturat. Báðir menninir, ið vórðu slignir, fóru á landssjúkrahúsið til kanningar. Annar teirra hevði fingið eitt opið sár í pannuna, og illgruni er um, at hin hevur brotið eitt bein í andlitinum, men hetta verður kannað nærri.

Tá løgreglan handtók mannin, sum hevði sligið, gjørdi hann slíka mótstøðu, at hann breyt ein rút í løgreglubilinum.

Maðurin varð koyrdur fyri rættin í gjár, og har varð hann varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur fyri grovan harðskap. Eisini er hann skuldsettur fyri at hava brotið vápnalógina av tí at tað er ólógligt at hava knúgvajarn, og eisini er hann skuldsettur fyri herverk á ein løgreglubil.

Ein annar maður var eisini uppií og hevði verið við til at sláa menninar. Hann varð tikin og avhoyrdur men varð síðani leyslatin.

Tá maðurin hevur sitið í varhaldi í tríggjar vikur, skal hann aftur fyri rættin, har hann fær sín endaliga dóm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder