Innanlands

Varðhaldsfongslaður í tvær vikur fyri hóttanir

Ein útlendingur varð í rættinum í gjár eftir at hava hótt starvsfólk á gistingarhúsum í Havn

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-12-01 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein útlendingur, sum varð handtikin um vikuskiftið, varð í gjár framstillaður í Føroya rætti, og rætturin avgjørdi at varðhaldsfongsla hann í tvær vikur.

Hann varð tikin eftir at hava hótt starvsfólk á gistingarhúsum í høvuðsstaðnum leygardagin.

Hvørji ørindi hann hevur í Føroyum er ógreitt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tað kann enda við, at hann verður vístur av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder