placeholder
Mentan

Varði í føroyskum tónleiki 50 ár

Í hesum døgum eru liðin júst hálvthundrað ár, síðan legendariska LP-plátan hjá Harkaliðnum kom, og í hesum sambandi verður sending um hesa plátu at hoyra í útvarpinum í kvøld kl. 19. Sendingin ber heitið: "Gangið upp á gólv, dansið lystilig"!.

2021-11-27 13:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum døgum eru liðin júst hálvthundrað ár, síðan legendariska LP-plátan hjá Harkaliðnum kom. Í hesum sambandi verður sending um hesa plátu at hoyra í útvarpinum í kvøld kl. 19:00. Sendingin ber heitið: "Gangið upp á gólv, dansið lystilig"!.

Tað var seint í november 1971, at plátan, sum er onnur LP-plátan við rútmiskum tónleiki í Føroyum, fekst til keyps í plátubúðunum á fyrsta sinni. Appelsingula LP-plátan hjá Faroe Boys, sum kom í ljósmála í februar 1968, er hin fyrsta føroyska LP-plátan við modernaðum, rútmiskum tónleiki.

At siga nágreiniliga hvør útgávudagurin hjá LP-plátuni hjá Harkaliðnum var, ber illa til at siga nakað fyri vist um. Men í avísini 14. september frá mikudegnum 30. november 1971, verður sagt, at "í hesum døgum verður nýggj LP-pláta hjá bólkinum Harkaliðnum seld, og at tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins í Keypmannahavn, sum gevur út". Fyrr um heystið kom út singlepláta við tveimum av sangunum av LP-plátuni - sangirnir vóru "Eitt kvøldið so síðla" og "Í dans".

Teir ellivu sangirnir á plátuni vórðu tiknir upp í Wifoss-studio í Keypmannahavn á sumri 1971. Áðrenn farið var í upptøkuhølini á Nyvej í Frederiksberg hevði manningin verið í summarhúsi suðuri á Ærø í nakrar dagar. Har høvdu tey fyrireikað seg og lagt til rættis flestu sangirnar.

Harkaliðið endurnýggjaði vísu- og kvæðatradisjónina í modernaðum fólkatónleiki, og LP-plátan stendur fyri seg í føroyskum tónleiki. Mong hava skírt nú 50 ára gomlu plátuna sum týðandi varða í føroyskari tónleikasøgu.

Ikki øllum dámdi, at tey fýra í bólkinum eksperimenteraðu við gomlum kvæða- og vísuløgum, men teirra tulkingar og framførslur hava eisini kveikt av nýggjum ansin millum ungfólk fyri tí forna føroyska sangskattinum.

Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Jógvan Dahl og Kári Mouritsen mannaðu Harkaliðið. Í útvarpssending, sum Kringvarpið endursendur í kvøld, greiða tey frá royndunum at gera hesa slóðbrótandi plátu í sínum útisetaárum í Keypmannahavn. Aðrir tónleikarar bera eisini fram sína hugsan um verkið.

Sendingin var ein av fleiri sendingum í røðini "Varðar á leiðini", sum Suni Merkistein og Pauli Magnussen gjørdu í vetrarhálvuni 2005/2006.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder