
Varðin samtakið hevur selt allan partapeningin í Sp/f Knassar, sum eigur og rekur Portal.fo og lýsingaskipanina Vevlýsingar.
Nýggjur eigari er Sp/f FH, sum Bárður Kass Nielsen og Sverri Egholm hava stovnað. Bárður Kass Nielsen er longu frammanundan stjóri í Knassum og Sverri Egholm hevur verið knýttur at felagnum síðan 2011, seinastu árini sum ábyrgdarhavandi redaktørur.
Varðin setti pengar í Sp/f Knassar á fyrsta sinni í 2013, tá Portalurin varð keyptur frá Føroya Tele. Seinastu árini hevur Varðin átt helvtina av partapeninginum í Knassum, og herfyri keypti Varðin allan partapeningin.
Ynskið hjá Varðanum var nú at selja felagið til starvsfólk, sum kundu føra virksemið víðari.
Keypsprísurin verður ikki upplýstur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald