![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í dag og í morgin eru yvir 106 útlendsk ferðafólk farin í arbeiðsklæðini fyri sjálvboðin at leita sær út í føroysku náttúruna at fyri at geva umvælingararbeiði á bygdagøtur og støð við serligum áhuga hjá útlendingum.
Átakið ”Closed for Maintenance, Open for Voluntourism”, sum Visit Faroe Islands tók stig til fyrr í ár fekk óvanliga góða móttøku, og fólk streymaðu til fyri at koma til Føroya at arbeiða í tveir dagar fyri at fáa eina góða uppliving afturfyri.
Í dag fór arbeiðið í gongd á 11 støðum kring um í Føroyum. Hildið verður fram í morgin og í annaðkvøld savnast øll til eitt borðhald og veitslu.
Hóast veðrið ikki var av tí besta í morgun, fóru fólkini í gongd við góðum árræði. Myndirnar her eru tiknar í Kirkjubø, har gøtan millum Kirkjubø og Havnina skal umvælast.
Her er ein nærri lýsing av teimum 11 verkætlanunum: 11 væl umtókt ferðamál í Føroyum stongd komandi dagarnar
(Mynd: Ólavur Frederiksen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald