Mentan

Várframsýning uttan serligt myndaevni í ár

Sensureraða Várframsýningin í Listasavninum letur upp hálvan apríl

2021-02-23 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar aftur í ár fyri Várframsýning á Listasavni Føroya.

Nú er høvi hjá listafólki at lata inn uppskot til framsýningina. Freistin at koma við uppskotum er 1. apríl á midnátt, boðar dómsnevndin frá.

Fernisering verður fríggjadagin 16. apríl, og framsýningin verður opin frá 17. apríl til 16. mai.

Várframsýningin er sensurerað. Tað vil siga, at ein úrvalsnevnd velur burtúr úr innkomnu verkunum. Úrvalsnevndin er samansett av listafólki, og hon skipar fyri framsýningini og velur út millum innsendu verkini.

Til Várframsýningina í árer myndaevnið frítt, tvs. at listafólkini sjálv velja, hvat tey mynda.

Í úrvalsnevndini fyri Várframsýningina 2021 eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samonsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder