
Í annaðkvøld, sunnukvøldið, 27. apríl, klokkan 19.30, heldur Tórshavnar Manskór sína árligu várkonsert í Vesturkirkjuni.
Eins og siður hevur verið seinastu nógvu árini, er eisini gestakór við til hesa konsertina, men hesa ferð er tó ikki talan um bara eitt, men trý barnakór. Tað eru kórini Nova 3 og Stella úr Tórshavnar musikkskúla og Dreingjakórið undir Brúnni, og ivaleyst er hetta fyrstu ferð nakrantíð her á landi, at eitt manskór og eitt barnakór hava konsert saman.
Kórini syngja trý verk saman, sum eru trý rættiliga spennandi og áhugaverd verk. Tey eru “Nú rennur sólin frí” eftir Kára Bæk, “Jesus bleibet meine freude” eftir Bach og “Verleih uns Frieden” eftir Mendelssohn.
Umframt sangirnar saman við barnakórinum hevur Tórshavnar Manskór eisini nógv annað spennandi á skránni; eisini verk, sum Tórshavnar Manskór ikki hevur sungið áður.
Umframt barnakórið er urguleikarin, Ari Hammer Joensen, partur av konsertini. Ungi tónleikarin, sum er serstakliga dugnaligur urugleikari, og sum í løtuni nemur sær útbúgving á tónleikaskúla í Danmark, hevur verið partur av Tórshavnar Manskóri í nøkur ár, áðrenn hann flutti av landinum, og tað verður hann aftur um vikuskiftið, tá hann miðskeiðis í konsertini fer at spæla eitt orgulverk.
Tórshavnar Manskór er eitt rættiliga aktivt og væl umtókt kór. Kórið, sum nú er undir leiðslu av Jón Festirstein, hevur 40 ár á baki næsta ár, er nógv umbiðið til framførslur her heima. Harumframt samstarvar kórið við útlendsk kór og tað hevur við sær, at kórið fyri trimum árum síðan, saman við Karlakóri Reykjavíkur, skipaði fyri trimum jólakonsertum í Føroyum og trimum í íslendska høvuðsstaðnum. Og í fjør var sera væl vitjað rundferð í Danmark, Noregi og Svøríki, har kórið helt fleiri sera væl eydnaðar konsertir.
Kórið vónar, at nógv fólk nýta høvið til at koma í Vesturkirkjuna at lurta, og konsertin verður sum sagt sunnukvøldið klokkan 19.30.
Tórshavnar Manskór
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald