Kvøldseta er alment tiltak á Miðnámi í Kambsdali, har øll eru vælkomin – núverandi næmingar, avvarðandi og vinfólk, komandi næmingar, sum hava hug at koma at hyggja seg um og fáa vegleiðing og ikki minst fyrrverandi næmingar, sum hava hug at leita aftur á gamlar gøtur.
Ætlanin við kvøldsetuni er, at hon er eitt hugnaligt tiltak fyri øll, har næmingar sýna fram nakað av tí, sum fyriferst á skúlanum.
Áhugaverdi gesturin hesaferð er fyrrverandi næmingurin á skúlanum, Rudi Kollslíð, sum er leiðandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Hon fer at greiða frá yrkisleið síni, frá tí hon leyk prógv sum málsligur studentur til starvið í dag sum hjartalækni.
Tónleikahold á ymiskum árgangum framføra, miðlanæmingar greiða frá spennandi verkætlan, næmingar lesa egnar yrkingar á enskum, og vit hoyra og síggja ferðafrásøgn frá flokki, sum í heyst var á námsferð á heldur óvanliga námsferðarmálinum Kap Verde.
Næmingarnir av Kambsdali, sum luttóku á Ungum Virki, fara at greiða frá teirra hugskoti og hvussu arbeiðsgongdin hevur verið.
Freistin at søkja inn á miðnám er 15. mars, og lestrarvegleiðingin verður tøk at svara spurningum og ivamálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald