Á Umhvørvisvikuni í Havn, sum í ár verður 1. til 8. mai, verður sjóneykan sett á fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti.
Vit skulu gerast betri til at minka um okkara burturkast við at brúka minni tilfeingi og endurnýta tað, vit hava. Eisini er umráðandi, at vit skilja burturkastið og harvið økja um endurvinningina.
Í ár verður ljós varpað á avbjóðingar, sum standast av burturkasti, og hvussu vit í felag kunnu loysa hesar. Tórshavnar kommuna ynskir saman við borgarum og vinnu at menna burturkastøkið, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Hvussu verða vit tilvitað um okkara nýtslu? Hvat er ein null-skrell lívsstílur? Hvat kunnu vit brúka fiskaavroð til? Kunnu vit minka um burturkast við kompost? Og hvussu kunnu vit skilja heima við hús? Hesir spurningarnar verða kannaðir í viku 18.
Tórshavnar kommuna leggur við Umhvørvisvikuni serligan dent á umhvørvið í eina viku. Hvørt ár verður eitt ávíst evni tikið upp, og undanfarin ár hava evnir sum eitt nú matoyðsl, klædnaendurnýtsla og plastdálking verið á breddanum.
Nærri kunning um skránna fyri Umhvørvisvikuna kemur seinni, boðar kommunan frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald