2021-10-02 13:02

18. september fingu borgarar í Saltnesi boð um at kóka drekkivatnið orsakað av bakterium í vatninum, og 26. september varð kókitilmælið víðkað til at fevna um alla Nes kommunu.
Kommunan boðar tó frá í dag, at hetta ikki longur er galdandi.
Í morgun er staðfest, at tað ikki longur er neyðugt at kóka vatnið í Nes kommunu, skrivar kommunan í stuttari fráboðan á heimasíðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald