Vatnlitamálningurin "Meules de blé" hjá kenda hollendska listamanninum Vincent Van Gogh varð fríggjadagin seldur fyri 35,86 milliónir dollarar á uppboðssølu í New York.
Hendan upphæddin svarar til uml. 232 milliónir í okkara krónum, og er talan um eitt met fyri ein vatnlitamálning hjá Van Gogh.
Áðrenn uppboðssøluna varð mett, at málningurin fór at verða seldur fyri 20-30 milliónir dollarar, upplýsir auktiónshúsið Christie's sambært Ritzau.
"Meules de blé" vísir eina hoysátu í franska býnum Arles, har van Gogh búði í meira enn eitt ár í 1880unum.
Tá Van Gogh doyði í 1890 gjørdist beiggi hansara, Theo van Gogh nýggi eigarin av "Meules de blé". Eftir at málningurin hevði skift hendur fleiri ferðir, varð hann tikin av nasistunum undir seinna heimsbardaga, tá týskarar hersettu m.a. Frakland.
Eftir kríggið var tað fram til 1970ini ógreitt, hvar listaverkið var endað. Tað var á privatum hondum, intil Christie's gjørdi eina avtalu um keyp av málninginum.
Fríggjadagin vórðu tilsamans fýra Van Gogh málningar seldir hjá Christie's í New York. Teir vórðu tilsamans seldir fyri 161 milliónir dollarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald