Innanlands

Vatnnýtslan í Vága kommunu ov stór

Kommunan heitir á borgarar um ikki at lata vatnið renna óneyðugt

2019-02-04 20:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vatnnýtslan úr reinsiverkinum í Miðvági hevur seinastu tíðina verið um 1.800 tons um døgnið.

Hetta er tvær reisur so nógv, sum vanligt, skrivar kommunan.

Orsøkirnar kunna vera ein ella fleiri vatnlekar ella at borgarar lata vatnið renna, meðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum.

Kommunan heitir á borgararum at verða varnir við um teir hava ein vatnleika, og um ikki at lata vatn renna óneyðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder