2018-07-05 10:33
Klaksvíkar kommuna hevur fingið løggilding til sína fyrstu vatnveiting, og tað er vatnveitingin á Trøllanesi, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan á heimasíðuni.
Hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Jóhan við Neyst, leiðari á vatndeildini hjá kommununi, hevur staðið fyri arbeiðinum at fáa løggilding til vatnveitingina saman við uttanhýsis ráðgeving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald