Innanlands

Veðrið ávirkar ferðaætlanina

Vegna vánaliga veðurforsøgn kann roknast við broytingum og avlýsingum, sigur Strandferðslan – Tveir túrar hjá Smyrli í dag eru framskundaðir

Tveir túrar hjá Smyrli eru framskundaðir í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tveir túrar hjá Smyrli eru framskundaðir í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-19 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðurstovan boðar frá illveðri í kvøld, sum varar fram til fyrrapartin í morgin, Strandferðslan boðar tí frá, at roknast kann við broytingum og/ella avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum í dag og í morgin.

Higartil er tað bert ferðaætlanin hjá Smyrli, sum er ávirkað.

Fráferðir av Krambatanga klokkan 17.30 er framskundað til klokkan 16, og fráferðin av Havnini klokkan 20 er framskundað til klokkan 18.30.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broyttu ferðaætlanina hjá Smyrli, og nærri kunning viðvíkjandi sigling mánadagin kemur seinni í dag, skrivar Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder