Innanlands

Veðrið ávirkar koyringina hjá Bygdaleiðum

Orsakað av veðrinum verður boðað frá fleiri avlýsingum seinnapartin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-11-21 16:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag og komandi dagarnar verður boðað frá nógvum vindi, og hetta ávirkar koyringina hjá fleiri Bygdaleiðum seinnapartin.

Strandferðslan skrivar, at leiðirnar 600 og 601 koyrdu síðsta túr úr Skopun klokkan 16.20. Leiðirnar  100 og 300 koyrdu síðsta túr klokkan 16.30, og leið 101 koyrir síðsta túr av farstøðini í Havn klokkan 16.45.

Leiðirnar 700 og 701 eru eisini givnar at koyra, og leið 350 koyrir bert til og úr Sørvági, skrivar Strandferðslan.

Siglingin á leið 66 millum Sand og Skúvoy er eisini avlýst seinnapartin, og møguliga verða eisini broytingar á Suðuroyarleiðini í morgin, mikudagin, verður sagt.

Sí koyrilíkindini hjá Landsverki her.

Les eisini: Nógvur vindur hesa vikuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder