Innanlands

Veðrið ávirkar samferðsluna

Roknast kann við avlýsingum og seinkingum hjá Erlu Kongsdóttir á Nólsoyarleiðini og Ternuni á Sandoyarleiðini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-23 14:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Strandferðslan boðar í dag frá avlýsingum og møguligum seinkingum í kvøld og í morgin.

Fyri verður verður síðsti túrur á Sandoyarleiðini sigldur úr Skopun klokkan 18:35 og av Gomlurætt klokkan 20. Eisini verður boðað frá at Ternan sum rekur siglingina ongan túr ger út í Hest í morgin 24. mai, og at tað eisini kunnu vera avlýsingar millum Skopun og Gomlurætt í morgin mikudagin.

Á Nólsoyarleiðini er eisini sjaskveður, og Strandferðslan sigur at roknast kann við avlýsingum og seinkingum í kvøld, týskvøld og eisini mikudagin. Harumframt verður sagt, at bilar ikki verða tiknir við í kvøld eftir klokkan 18 og ein stóran part av mikudegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder