2019-02-27 13:41
Veðrið vísir seg frá síni betri síðu í dag, og sama veður verður í morgin.
Veðurforsøgnin sigur frá gul til andøvsgul av útsynningi vestan og landnyrðingi norðan tað sum eftir er av degnum, millum 4 og 6 m/s. Einki avfall, men hitin fellur úr 7 niður í 4 hitastig.
Í morgin er aftur turt og einki avfall verður. Hann er vestan og landsynningur í ættini, gul til andøvsgul, millum 4 og 6 m/s. Hitin í morgin veksur úr fýra hitastigum upp í 6 hitastig.
Náttina til fríggjadag byrjar aftur at regna og tað regnar tað mesta av degnum.
Sí veðurforsøgnina hjá Portalinum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald