Fyrr í dag boðaði Strandferðslan frá, at roknast kundi við broytingum og avlýsingum á Suðuroyarleiðini í morgin, og nú er greitt, at Smyril bert siglir tveir túrar í morgin, og at seinastu túrarnir í kvøld ikki verða sigldir.
Smyril siglir av Krambatanga klokkan seks, og síðani verður ikki siglt av Havnini aftur fyrr enn klokkan 17.30.
Túrurin av krambatanga klokkan 18.45 og av Havnini klokkan 21.15 eru eisini avlýstir.
Bygdaleiðir í Suðuroynni koyra í sambandi við broytingarnar upplýsir Strandferðslan.
Í løtuni er eingin sigling millum and og Skúvoy, og sambært Strandferðsluni verða eisini avlýsingar á hesari leiðini hósmorgunin.
Fyri veður verða túrarnir av Sandi klokkan 6.15 og 8.30 og úr Skúvoy klokkan 6.50 og 9.00 ikki sigldir.
Dagførd kl. 18.07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald