Hitin kvinkar seg uppeftir, vindferðin verður ikki so stór, og fyri tað mesta verður turt fram til vikuskiftið.
Í dag boðar veðurforsøgnin frá andøvsgul til frískan vind av vestri, millum 7 og 10 m/s. í dag er turt, men í kvøld fer at regna, um 0,7 mm. Hitin í dag millum 4 og 5 hitastig.
Hósnáttina er frískur vindur av vestri, um 9 til 10 m/s. Avfallið verður 0,5 mm og hitin um 5 hitastig.
Í morgin er turt fram til um kvøldið, tá tað fer at regna, um 2,7 mm. Vindurin minkar niður í gul til andøvsgul av útsynningi og landsynningi, millum 5 og 7 m/s. Hitin alt døgnið millum 5 og 6 hitastig.
Fríggjanáttina og fyrrapartin fríggjadag regnar, millum 0,7 og 1,1 mm. í luftini er hann frískur og strúkur í vindi, millum 8 og 11 m/s. Hitin minkar úr 6 hitastigum niður í 3 hitastig.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald