2019-01-31 09:29
Veðurforsøgnin fyri komandi dagarnar sigur frá kulda, lítið av vindi, og ongum avfalli. Kavin, sum liggur nú, skuldi tí ligið í nakrar dagar afturat.
Í dag er gul av útnyrðingi, um 4,5 m/s. Í kvøld dregur hann í luftini upp til frískan vind av norðuri, um 9 til 10 m/s. Hitin um 2 hitastig
Seinnapartin í morgin minkar hann til gul til andøvsgul av norðuri, um 5 til 6 m/s. Hitin verður 2 hitastig.
Leygardagin gerst eitt sindur kaldari, tá hitin fer niður á 1 hitastig, og tað verður gul til frískan vind av norðuri og útnyrðingi millum 5 og 9 m/s.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald