Veðrið um vikuskiftið verður fyri tað mesta turt, við onkrum æli. Sum vikuskiftið gongur veksur í vindinum.
Í dag og í nátt er frískur vindur av útsynningi vestan og útsynningi sunnan, millum 8 og 10 m/s. Einki avfall og hitin millum 8 og 9 hitastig.
Frá middegi í morgin til klokkan 22 veksur hann í vindinum til strúkur í vindi av útsynningi sunnan, 10,5 til 11,5 m/s. Seinnapartin í morgin er eitt sindur av avfalli, millum 0,1 og 0,9 mm. Hitin millum 8 og 9 hitastig.
Frá klokkan 22 og út á náttina veksur upp í hvassan vindu av vestri, millum 14,5 og 15,5 m/s. Hitin millum 6 og 7 hitastig.
Sunnudagin er turt, hitin er 7 hitastig og í luftini er hann frískur í vindi av vestri, millum 8 og 11 m/s.
Sí veðurforsøgnina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald