Innanlands

Veðrið um vikuskiftið

Nógvur vindur verður størsta partin av vikuskiftinum

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-01-25 10:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin boðar frá frískum til hvassan vind í dag av útnyrðingi og norðuri, millum 10 og 15 m/s. Einki avfall og hitin millum 3 og 5 hitastig.

Leygardagin er hann norðan í ættini við frískum til hvassan vind, millum 10 og 17 m/s. Í annaðkvøld er eitt sindur av avfalli, um 0,9 mm. Hitin alt døgnið um 3 til 4 hitastig.

Boðað verður frá frískum til hvøssum vindi sunnudagin av norðuri, millum 10 og 17 m/s. Einki avfall og hitin um 3 hitastig, men nærkast frostmarkinum sum líðir móti midnátt.

Sí veðurforsøgnina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder