Innanlands

Veðrið um vikuskiftið

Regn, regn og aftur regn

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-02-08 13:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá regni og vindi í dag og í morgin. Sunnudagin verður turt í veðrinum.

Í dag er frískur vindur av eystri, millum 8 og 10 m/s. í kvøld veksur hann í vindinum upp í skrið av landnyrðingi, millum 18 og 20 m/s. Avfall millum 0,2 og 1,8 mm allan dagin og hitin um 6 hitastig.

Í morgin er hvassur vindur til skrið av landnyrðingi norðri, millum 16 og 20 m/s. Tað regnar allan dagin, millum 1,2 og 5,9 mm. Hitin allan døgnið um 5 hitastig.

Sunnudagin minkar í vindinum til strúkur í vindi til hvassan vind av landnyrðingi norðan og útnyrðingi norðan, millum 10 og 16 m/s. Einki avfall, men hitin minkar úr 5 niður í 1 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder