Innanlands

Veðrið verður sera støðugt komandi dagarnar

Veðurforsøgnin sigur frá turrum veðri

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-06-04 13:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin hjá Portalinum sigur frá støðugum veðri komandi dagarnar. Tað verður turt, lýtt og støðugur hiti.

Í dag er vindurin minkandi úr strúkur í vindi niður í andøvsgul av vestri, úr 11 niður í 6 hitastig. Yvirskýggjað, turt og hitin um 8 hitastig.

Í morgin verður gul til andøvsgul av vestri, millum 5 og 7 m/s. Sólin kagar út móti kvøldið, men annars yvirskýggjað. Einki avfall og hitin millum 7 og 8 hitastig.

Hósdagin er turt til út á kvøldið, tá tað fer at regna, um 4 mm frá 18 til midnátt. Hann veksur eisini vindin úr loti upp í andøvsgul av skiftandi ættum, millum 3 og 7 m/s. Hitin um 8 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder