Innanlands

Veður: Bygdaleiðirnar gevast at koyra út á dagin norðanfyri

Smyril hevur framskundað túrin suðuraftur til klokkan 11, og verður so lagdur fyri dagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-07 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vegna nógvan vindur seinni í dag, hava Strandfaraskip Landsins avlýst flestu Bygdaleiðirnar í dag. Eisini verður roknað við, at veðrið eisini fer at tarna bygdaleiðunum í morgin.

Á leið 100 verður síðsti túrur koyrdur úr Vestmanna kl. 09.15 og úr Havn kl. 09.05. Á leið 101 millum Tórshavn og Gomlurætt, verður síðsti túrur koyrdur kl. 10.40. Á leið 300 verða síðstu túrarnir koyrdir úr Havn 09.15 og úr Sørvági kl. 10.20 og á leið 350 koyrir seinasti bussurin úr Gásadali kl. 10.40.

Á leið 200 millum Oyrarbakka og Eiði, fer seinasti bussur av Oyrarbakka kl. 11.35. Á leið 202 millum Oyrarbakka og Tjørnuvíkar fer síðsti bussur úr Tjørnuvík kl. 09.15. Leið 223 millum Kollafjørð og Kambsdal koyrir ikki í dag.

Á leið 440, Skálafjarðarleiðini, fer síðsti bussur úr Søldarfirði kl. 12.20. Leið 444, millum Kambsdal og Skalafjørð/Toftir koyrir ikki í dag. Tað er heldur ongin koyring á leið 481 til Oyndarfjarðar.

Leið 400 millum Havn og Klaksvík støðgar um middagsleitið. Seinasti bussur koyrir úr Klaksvík kl. 11.50 og úr Havn kl. 12.10. Leið 401, snarbussurin, koyrir ikki seinnapartin. Á leið 410 koyra síðstu bussarnir úr Fuglafirði kl. 11.55 og úr Gøtudali kl. 1210. Leið 500 til Viðareiðis koyrir síðsta túr úr Klaksvík kl. 11.35, meðan leið 506 á Kalsoy er givin fyri í dag.

Enn eru ikki komnar avlýsingar fyri bussleiðirnar á Sandoy og í Suðuroy.

Smyril framskundar seinasta túr av Havnini til klokkan 11.00 og verður so liggjandi á Krambatanga. Herjolfur III og Hasfjord sigla ikki í dag. Ongin sigling er til Skúvoyar í dag - hini strandfaraskipini sigla.

Fylr við á heimasíðuni hjá Strandferðsluni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder