Uttanlands

Veðurlagsgranskari: 40 hitastig í Danmark er ikki óhugsandi

- Miðalhitin bara hækkar og hækkar vegna veðurlagsbroytingunum

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-08-03 18:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri nýggj hitamet eru sett kring Evropa í summar, og hóast tey í Suðurevropa eru von við nógvum hita, sær tað kortini út til, at vikuskiftið verður serstakliga heitt. Veðurfrøðingar halda nevniliga, at hitin kemur uppum 48 stig í Spania og Portugal.

Í Danmark liggur metið enn á 36,4 stig, ið varð mált í Holstebro í 1975. Sambært veðurlagsgranskara er tað ikki óhugsandi, at tað metið verður sligið í nærmastu framtíð.

"Tað er ikki óhugsandi, at vit einaferð koma uppum tey 40 hitastigini. Tað fer ikki at henda í ár ella næsta ár, men har eru góð líkindi fyri, at tað fer at henda," sigur Martin Stendel, veðurlagsgranskari við DR.

Har er enn einki, ið vísir á, at miðalhitin í Danmark fer niður, tí tað hevur hann ongantíð gjørt.

"Miðalhitin bara hækkar og hækkar vegna veðurlagsbroytingunum. Tað merkir, at ein heitur dagur í dag er munandi heitari enn fyri 50 árum síðani," sigur hann.

Síðan 1880 er miðalhitin í Danmark hækkaður 1,4 stig.

Les eisini: Fólk yvirnátta í kuldagoymslum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder