Mentan

Veðurlagsverkfall á mentanarnáttini

Bindandi veðurlagslóg er eitt av krøvunum hjá umhvørvisfólkunum, ið savnast seinnapartin fríggjadagin

2022-06-02 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin fríggjadagin, tá mentanarnátt er í Havn, skipa felagsskapirnir Veðurlagslóg Nú og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, fyri veðurlagstiltaki í miðbýnum. Ein uppafturtøka av fríggjadagsveðurlagsverkføllunum, sum svenska Greta Thunberg byrjaði fyri nøkrum árum síðani.

Við boðskapinum “skolstrejk för klimatet” gjørdist Greta Thunberg heimskend, tá ið hon valdi at fara í veðurlagsverkfall. Síðani hava veðurlagsverkføll verið hildin í nógvum londum og býum ymsastaðni í heiminum fyri at krevja at vakstrarhúsgassútlátið verður minkað munandi.

Eisini í Føroyum vóru veðurlagsverkføll, og nú er aftur tíð hjá umhvørvisfólki at hittast til eitt slíkt veðurlagsverkfall. Tað hendir á Speakers Corner í miðbýnum í Havn á Mentanarnáttini hin 3. juni kl. 16.30.

- Samtykti veðurlagspolitikkurin er ikki bindandi, og tí krevja vit eina bindandi veðurlagslóg, har vakstrarhúsgassútlátið skal minka munandi við ítøkiligum átøkum. Vit krevja somuleiðis, at náttúra og lívfrøðiligt margfeldi verður vart, soleiðis at náttúruvernd og minkandi útlát ganga hond í hond, siga felagsskapirnir í tíðindaskrivi.

Magnus Gaard, Elin Sólvør á Løgmansbø og Pól Jóhannus Toftegaard Larsen bera fram røður á tiltakinum. Eisini verður felagssangur. Møguleiki verður at mála steinar við veðurlagspolitiskum boðskapi og eisini verður andlitsmáling til børnini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder