Innanlands

Veðurlagsverkfall í fimm støðum í dag

Løgtingið tekur oljuleiting framum náttúruvernd – tað má átalast siga fyrireikararnir

2019-05-03 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Boðað er frá fimm verðurlagsverkføllum í dag. Tey eru á Tekniska skúla í Klaksvík, á miðnámi í Vestmanna, í Glasi í Havn, miðnámsskúlanum í Suðuroy og á Vaglinum.

Síðani Greta Thunberg sjálv tók stig til veðurlagsverkføll í 2018, hava milliónir av fólki verið í veðurlagsverkfalli í alskyns londum kring allan heimin og í øllum heimspørtum – eisini á Suðurpólinum, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

- Veðurlagsverkføll verða skipað, tí tað er alt avgerandi, at politikararnir taka veðurlagsbroytingarnar í álvara, lurta eftir granskingini og fremja nógv fleiri neyðug og sterk átøk til tess at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og fremja skiftið frá svartari orku til grøna orku.

- Føroyar eru enn einki undangonguland á grøna økinum. M.a. hevur Føroya Løgting júst samtykt, at oljuleitingar í Føroyskum øki skulu í gongd aftur, og náttúruverndarlógin verður allarhelst ikki samtykt í hesum samgonguskeiðinum. Vit eru tí í eini støðu, har oljuvirksemi í føroyskum øki verður tikið framum vernd av føroysku náttúruni. Hetta er átaluvert. Hendan gongdin kann tó vendast, og tí mugu vit savnast og krevja, at skútan verður vend!

Tey, sum skipa fyri veðurlagsverkføllunum í Føroyum eru FNU, Ringrás, Reyði Krossur, Unga Tjóðveldið, Ungmannafelagið Samband, Ungt Sjálvstýri, Sosialistisk Ung og Útilív. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder