2018-10-22 16:20
Vegabreytin, sum er bygd til Eysturoyartunnilin Hvítanesmegin er nú liðug. Arbeiðið ehvur gingið væl og í farnu viku vórðu 102 metrar sprongdir.
Nú eru tilsamans sprongdir 7.632 metrar av teimum11.250 metrum, sum skulu sprongjast í Eysturoyartunlinum.
Í seinastu viku vóru 17 metrar sprongdir á Hvítanesi og í alt eru nú sprongdir 3.674 metrar frá Streymoyarlandinum.
Frá rundkoyringini og ímóti Hvítanesi vórðu prongdir 38 metrar. Har eru íalt sprongdir 1.260 metrar.
Og frá rundkoyringini og ímóti Rókini vórðu 47 metrar sprongdir í farnu viku. Har eru í alt sprongdir 1.073 metrar, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunlar á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald