2019-05-10 21:03
20. mai byrjar vegarbeiðið á Velbastað. Rørportrið Úti á Heyggi verður skift út, og tí verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring.
Arbeiðið ávirkar ein stóran part av ferðsluni á Velbastað. Arbeitt verður í viku 21, 22, 23 og 24, skrivar Tórshavnar kommuna.
Í hesum tíðarskeiði koyrir bussleiðin eftir Ervavegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald