Innanlands

Vegir og øki í Tórshavn stongd frá í dag og í morgin av

Fleiri tiltøk í miðbýnum hava við sær, at fleiri ferðslubroytingar verða um vikuskiftið

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-02 11:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað verða ymisk tiltøk í býnum hetta víkuskiftið, stuðultiltak hjá Knørri á Skálatrøð (brúktbilasøla), umhvørviskvika í gamla kommunskúlagarði og tiltakið ein “Dagur á Grynni” verður leygardagin í Tórsgøtu. Tórshavnar kommuna hevur gjørt l´fylgjandi yvirlit yvir broytingar í ferðsluni:

Ein dagur á Grynnuni

Í sambandi við tiltakið ”Ein dagur á Grynnuni”, verða hesir vegir og øki stongd:

Parkeringsøkið í Tórsgøtu verður stongt frá í kvøld 2. mai kl. 18.

Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman í Vágsbotn verður stongd frá fríggjardegnum 3. mai á middegi til leygarkvøldið 4. mai kl. 22.

Mylnugøta, Undir Bryggjubakka og Vágsbotn verða stongd frá leygarmorgni kl. 09 til leygarkvøld kl. 22.

Umhvørvisvikan 2019

Í sambandi við Umhvørvisvikuna 2019 verða hesir vegir stongdir:

Niels Finsensgøta frá Sverrisgøtu oman til Vaglið verður stongd frá fríggjakvøldinum tann 3. mai frá kl. 18. til leygardagin 4.mai kl. 16.

Brúktbilasøla á Skálatrøð

Stuðulsfelagið hjá Knørri skipar fyri brúktbilasølu á Skálatrøð leygardagin 4. mai. Ein partur av parkeringsplássinum verður tí stongdur fyri almennari ferðslu frá í kvøld 3. mai kl. 18 fram til í annaðkvøld kl. 22.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder