Seinnapartin í dag frá klokkan 17 til 18 verða fleiri vegir í miðbýnum í Havn stongdir í sambandi við tiltakið Huldusúkkling, sum er partur av Huldulitt, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Súkklurekkjukoyringin byrjar í parkeringskjallaranum í SMS klokkan 16.30.
Súkklað verður eina rundu í parkeringskjallaranum, oman í miðbýin, niðan aftur, kring SMS og inn aftur í parkeringskjallaran, har lutakast verður um vinningar millum øll tey luttakandi.
Eisini verður kaffi og te, MBM bjóðar Mist til børnini og Gómagott bjóðar sjokulátu.
Tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at melda seg til, skriva fyriskiparar.
Vegirnir, sum eru stongdir í sambandi við tiltakið eru:
- Tinghúsvegur frá Oman Pisuvarða til Janstovugøtu
- Undir Pisuvarða
- Niels Finsens gøta frá Hoydalsvegnum oman til Vaglið
- Hoydalsvegur frá Oman Pisuvarða til Niels Finsens gøtu
- Sjúrðargøta frá Tróndargøtu til Niels Finsens gøtu
- Tórsgøta frá Steinatúni oman til Vágsbotn
- Sverrisgøta frá Tinghúsvegnum til Magnus Heinasonargøta
- Tinghúsvegur frá Vaglinum niðan til Sverrisgøtu
- Mylnugøta
- Áarvegur
- Kopargøta
- Havnargøta til Bursatanga
![]()
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald