Innanlands

Veiða rusk úr sjónum

Endamálið hjá Fishing For Litter er at minka um rusk í havinum við at fáa fiskiíðnaðin við

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-28 09:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Altjóða átakið Fishing For Litter ella føroyska Ruskveiða fór av bakkastokki í gjár í Tórshavnar kommunu. 

Endamálið hjá Fishing For Litter er at minka um rusk í havinum við at fáa fiskiíðnaðin við. Tá ið fiskiskip taka tað, sum kemur í trolið aftur til lands, verður minkað um ruskið, sum skolar upp á strendurnar
 
Harumframt minkar hetta um tað, sum størri súgdjór kunnu eta. Átakið Firshing For Litter er í Bretlandi, Niðurlondum, Svøríki og Føroyum.
 
Kommunenes Internasjonale Miljøorganisasjon KIMO eigur átakið, og Tórshavnar kommuna bleiv limur í 1. januar í ár. 

Átakið er eisini partur av Grønu leiðini – umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, skrivar kommunan. Átakið hoyrir eisini til heimsmál 14 – Lív í havi og vatni.

Magnus Heinason, rannsóknarskipið hjá Havstovuni, fer at savna rusk, sum kemur inn, tá ið yvirlitstrolað verður. Skilt verður í tveir bólkar, jarn & metall og at brenna. 

Hetta er fyrsta átakið hjá KIMO, sum Tórshavnar kommuna setur í verk. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder