Innanlands

Veita nú byggiloyvi í Nólsoy

Fimm grundstyki eru í fyrra byggistigi av sethúsaøkjum við barnagarðin í Nólsoy

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-06-19 18:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fimm grundstyki eru í fyrra byggistigi av sethúsaøkjum við barnagarðin í Nólsoy, og klárt er nú at senda kommununi umsóknir um byggiloyvi. Samstundis verður arbeitt við at gera seinna byggistigið liðugt.

Fyrra byggistig umfatar fimm grundøki framvið barnagarðinum, seinna byggistigið umfatar trý grundøki aftrat, eitt omanfyri vegin og tvey eystanfyri fyrra byggistig. Í fyrra byggistiginum eru bert smáting eftir at gera, umframt at stykkini skulu matrikkulerast. Seinna byggistigið er um 70% liðugt.

Umsóknir um byggiloyvi til tey fyrstu fimm grundøkini í fyrra byggistigi kunnu nú sendast til Tórshavnar kommunu, soleiðis at umsitingin kann viðgerða umsóknirnar, samstundis sum arbeitt verður við at gera seinna byggistig liðugt, skrivar kommunan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder