Innanlands

Fleiri skúlar í Tórshavnar kommunu gerast møguliga partar av størri skúla

Velbastaðar skúli, Nólsoyar skúli og Kaldbaks skúli skulu møguliga gerast partar av størri skúla

Mynd: Velbastaðar skúli

Mynd: Velbastaðar skúli

2019-02-20 17:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Velbastaðar skúli, Nólsoyar skúli og Kaldbaks skúli skulu møguliga gerast partar av størri skúla.

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur tann 13. februar 2019 samtykt, at farast skal undir eina hoyringartilgongd um at leggja teir smáu fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu saman við størri skúla, men samstundis varðveita skúlan og undirvísingina á staðnum. 

Teir smáu skúlarnir eru Velbastaðar skúli, Kaldbaks skúli og Nólsoyar skúli. Hesir skúlar hava næmingar úr fyrsta til sjeynda flokk, umframt forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy. Næmingatalið í smáu skúlunum skúlaárið 2018/2019 er ávikavist 43, 23 og 10. 

Skúlin og undirvísingin verða framhaldandi í hesum bygdunum, og næmingar fara framhaldandi at ganga har. Broytingin er í høvuðsheitum tann, at skúlarnir verða lagdir saman við størri skúla í Tórshavnar kommunu, men leiðsluábyrgdarpersónur verður framvegis í einstaka bygdarskúlanum. 

Í hesi ætlan er lagt upp til, at Velbastaðar skúli, Kaldbaks skúli, Nólsoyar skúli og størri skúli í Tórshavnar kommunu verða roknaðir sum ein skúli, men við undirvísingarhølum í fleiri skúlabygningum. Ætlanin er, at skúlarnir í bygdunum varðveita síni verandi nøvn, skrivar Tórshavnar kommuna.

Ein fortreyt fyri hesi møguligu samanlegging er, at Undirvísingarstýrið framhaldandi játtar skúlanum læraratímar til skúlaeindirnar í bygdunum fyri seg. 

Fyrimunir við tílíkari samanlegging eru m.a., at tað ber betur til at tryggja fakliga breidd í lítla skúlanum, at leiðslan verður styrkt sum partur av einum felags leiðslutoymi, at lærarar kunnu vera við í faktoymi, at betur ber til at nýta fakhøli í skúlanum, at næmingarnir hava størri samband við skúlan og lærararnar, har teir fara í hádeild, at byggja brúgv millum árgangirnar, at møguleiki er hjá næmingi/næmingum í stóra skúlanum at ganga í eini minni eind eina tíð og fjølbroyttari undirvísingarmøguleikar. 

Komandi vikurnar verða kunningarfundir um ætlanina fyri starvsfólkum, skúlastýrum, foreldrum og bygdafólkunum. Samstundis verður sambært fólkaskúlalógini § 52 stk. 4 settur ein arbeiðsbólkur umboðandi øll skúlastýrini í kommununi at viðgera ætlanina, at leggja smáu skúlarnar saman við størri skúla og gera tilmæli um málið, ið síðani verður viðgjørt av umsitingini. 

Umsitingin ger síðani tilmæli til mentamálanevndina, fíggjarnevndina og býráðið. Um býráðið samtykkir ætlanina, verður umsókn send Mentamálaráðnum um góðkenning
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder