Tað var í gjár seinnapartin, at Livar Nysted hevði verið eitt ørindi í Klaksvík.
Á veg í bilin hoyrdist ein veldigur brestur og rútaglas regnaði niður á vegin. Eg hugsaði beinanvegin, at hasir jassarnir ikki eru ferdigir við nýggjárið, men har var ikki eitt menniskja at síggja, greiðir Livar Nysted frá á sínum Facebook profili.
Myndina omanfyri tók hann stutt eftir hendingina.
- Ein gulur býbussur, ip koyrdi spakuliga heimeftir var syndarin. Júst sum bussurin koyrdi forbíð hjá Annu, brast tað eina hjuli, og trykkið var so stórt, at rúturin hjá Annu fór í sor.
- Tað er ikki heilt ófarligt at standa fyri, tá eitt slíkt hjól brestur, sigur Livar Nysted.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald