Innanlands

Veljarakanning: Andstøðan gongur spakuliga fram

Framgongdin hjá Fólkaflokkinum heldur fram – hevði verið nógv størsti flokkurin á tingi, um val var nú

Jákup Mikkelsen og hini í Fólkaflokkinum hava orsøk til at fegnast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jákup Mikkelsen og hini í Fólkaflokkinum hava orsøk til at fegnast (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-12-21 13:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tendensurin sær út til at vera greiður: Samgongan missir undirtøku, meðan andstøðan kemur styrkt burtur úr einum løgtingsvali nú. Tað vísir úrslitið av eini veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjárkvøldið.

Samgonguflokkarnir fáa í hesi kanningini 45,1 prosent av atkvøðunum, meðan andstøðuflokkarnir fáa 54,8. Men munurin til seinastu spyr-kanning frá fyrst í oktober mánaði, er heilt lítil, tí tá var býtið millum samgongu/andstøðu 45,4-54,6.

Í nýggjastu kanningini er tað framvegis Fólkaflokkurin, sum fær nógv ta størstu undirtøkuna.

27,7 prosent av teimum spurdu í kanningini í gjárkvøldið siga seg fara at atkvøða fyri Fólkaflokkinum. Sostatt heldur flokkurin fram við at vaksa. Fólkaflokkurin er nú so stórur, at hann stendur til at fáa heili 10 umboð á tingi.

Hetta skal tó takast við størsta fyrivarni, vísir spyr.fo á, tí tað er sera lítið, sum skilir 10. tingsessin hjá Fólkaflokkinum og einum møguligan 7. tingsessi til Javnaðarflokkin.

C fram hóast Glasir-gølu
Veljarakanningin vísir nevniliga eisini, at tað ikki er nakað, sum bendir á, at Javnaðarflokkurin hevur tikið skaða av gøluni kring Glasir, har løgmaður og Rigmor Dam, mentamálaráðharri, valdu ikki at taka avleiðingarnar av tí, sum hent er viðvíkjandi fíggingini í Marknagili.

Les eisini: Rigmor Dam eigur at leggja frá sær

Hóast vit fyrr í morgun fingu at vita, at størsti parturin av føroyska veljaranum heldur, at Rigmor Dam átti at havt lagt frá sær, so er tað eitt vaksandi tal av veljarum, sum ætlar at seta kross sín fyri Javnaðarflokkin. Í mun til seinast, gongur Javnaðarflokkurin fram við 0,1 prosentstigi, úr 18,7 til 18,8 prosent nú, og – sum sagt – vantar lítið hjá flokkinum í at vinna sær sjeynda tingsessin.

E aftur og B fram
Næststørsti flokkurin, sambært kanningini, er framvegis Tjóðveldi, sum gongur aftur frá 20,8 til 20,2 prosent nú.

Sambandsflokkurin, hinvegin, gongur fram frá 17,3 til 18,0 prosent nú, men Sambandsflokkurin er framvegis fjórstørstur.

D minkar burtur
Gamli flokkurin Sjálvstýri sær, sambært kanningini, út til at vera í stórum trupulleikum.

Bert 3 prosent av veljarunum í kanningini í gjár siga seg fara at velja Sjálvstýri, og tað gevur ongan tingsess. Flokkurin, sum í løtuni hevur tveir mans valdar á løgtingi, hevur annars staðið til at fáa eitt umboð í tinginum í spyr-kanningunum, sum hava verið gjørdar í heyst.

F og H javnir
Bæði Framsókn og Miðflokkurin standa til at ganga fram í nýggju kanningini, og flokkarnir standa nú á jøvnum við 6,1 prosentum og tveimum tingsessum.

Óvissa
Framvegis eru nógv, sum ikki hava tikið støðu til hvat tey fara at velja, ella um tey yvirhøvur fara at velja. Tilsamans 17,0 prosent av teimum spurdu søgdu seg ikki vita, fara at atkvøða blankt ella ikki fara á val.

500 fólk vóru við í veljarakanningini, sum spyr.fo gjørdi í gjárkvøldið. Vert er at hava í hyggju, tá hugt verður eftir tølunum, at óvissan í kanningini er millum 1,5 og 3,9 prosentstig hvønn vegin.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder