Um fólkatingsval hevði verið nú, so høvdu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin vunnið, og fingið umboðan á Fólkatingi.
Tað vísir ein veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin sunnukvøldið.
Eins og allar hinar veljarakanningarnar, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin í vetur, so vísir úrslitið, at Fólkaflokkurin verður størsti flokkur.
Men Fólkaflokkurin vinnur ikki eins greitt, tá spurt verður um, hvønn flokk føroyingar fara at velja, um Fólkatingsval hevði verið nú.
Fólkaflokkurin fær 23,95 prosent av atkvøðunum. Hetta er nakað væl minni enn tey gott 27 prosentini, sum Fólkaflokkurin fekk, tá vit spurdu í seinastu veljarakanning 25. januar. Men tá varð eisini spurt um løgtingsval.
Sera javnt millum Samband og Javnað
Nýggjasta kanningin vísir eisini, at tað er ógvuliga stórur spenningur um, hvør fær hin fólkatingssessin, tí sera javnt er millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Spyr.fo hevur tí eisini tikið annan desimal í brúk fyri at finna fram til, at tað er Sambandsflokkurin, sum vinnur.
Úrslitið vísir, at Sambandsflokkurin fær 22,65 prosent, meðan Javnaðarflokkurin fær 22,55 prosent.
Hinvegin tykist tað sum um, at Tjóðveldi ikki er við í stríðnum um fólkatingssessin á hesum sinni. Tjóðveldi fær 20,21 prosent av atkvøðunum í kanningini.
Les eisini: Fólkatingssessirnir hava týdning fyri føroysku veljararnar
Í kanningini eru 500 fólk spurd, og takast skal hædd fyri eini óvissu á millum 0,9 og 3,8 prosentstig.
Tað kann eisini hava stóran týdning fyri endaliga úrslitið av einum fólkatingsvali, at í hesi kanningini eru 14,1 prosent sum enn ikki hava tikið støðu til, hvønn flokk tey fara at velja til komandi fólkatingsval.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald