Innanlands

Veljarakanning: Fólkaflokkurin veksur og samgongan minkar

At Fólkaflokkurin er meira greiður enn Sambandsflokkurin kann vera orsøkin til at Fólkaflokkurin veksur meira, sigur Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur

Rógvi Ólavson er samfelagsfrøðingur (Mynd: Skýggjamynd/kvf.fo)

Rógvi Ólavson er samfelagsfrøðingur (Mynd: Skýggjamynd/kvf.fo)

2019-02-27 12:57 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Allar tær seinastu veljarakanningarnar ímun til seinasta løgtingsval geva eina greiða ábending um, at Fólkaflokkurin fer at vaksa á næsta vali, sigur Rógvi Olavson, sum eisini vísir á, at tað er ringt at gera ov greiðar niðurstøður burturúr veljarakanningum. 

- Umvent ber eisini til at siga, at kanningarnar geva eina ábending um, at samgongan minkar, leggur hann afturat. Hann vísir eisini á, at Javnaðarflokkurin allarhelst eisini minkar. Sambandsflokkurin og Tjóðveldi standa meira ella minni í stað. Rógvi Olavson heldur ikki, tað ber til at gera eina og greiða niðurstøðu burturúr muninum á seinastu veljarakanningini og hesari. 

Les eisini: Framtakið verður tungan á vágskálini 

- Óvissan í veljarakanningum er ov stór til at siga, at Fólkaflokkurin minkar og at Javnaðarflokkurin vaksur aftur, sigur hann. 

Veljarakanningin vísir annars, at Fólkaflokkurin ikki verður so stórur, sum hann hevur verið í onkrari veljarakanning. Javnaðarflokkurin yvirhálar Tjóðveldi, sum stendur seg illa í kanningini og fær 17.5 prosent. 

Ringt at spáa um orsøkir 
Rógvi Olavson sigur seg ikki vita, hvat grundin til framgongdina hjá Fólkaflokkinum er ella hví samgongan gongur aftur. Men hann heldur, at greiða støðan hjá Fólkaflokkinum í nógvum málum og at Fólkaflokkurin als ikki samráddist um eitt nú fiskivinnunýskipanina, kann vera ein grund til framgongdina. 

- Meðan Sambandsflokkurin fevnir rættiliga breitt og eitt nú var til samráðingar við Samgonguna um fiskivinnunýskipanina, hevur Fólkaflokkurin allatíð noktað at samráðast, sigur Rógvi Olavson. Hann vísir eisini á, at tað er ein greið ábending um, at veljaraskarin hjá Sambandsflokkinum fevnir breiðari. 

- Magni Laksafoss misti formanssessin í Sambandsflokkinum, tí hann var ov samdur við samgonguni, sigur hann og vísir á, at Fólkaflokkurin hevur verið meira greiður í síni andstøðu til samgonguna enn Sambandsflokkurin, sum hevur ein breiðari veljaraskara. 

Bæði Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava í øllum veljarakanningum verið nærri valúrslitinum í 2015 í øllum veljarakanningum enn Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin. Har tykist greiðari, at Fólkaflokkurin gongur fram ímun til valið meðan Javnaðarflokkurin gongur aftur. Rógvi Ólavson sigur, at tað er ein samanhangur í, at loysingarmál ikki hava verið nógv frammi og at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi flyta seg minni. 

- Men tað ber illa til at siga nakað um, hvørt tað er ein beinleiðis orsøk, leggur hann afturat. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder