- Vit hava sæð á nógvum kanningum at Fólkaflokkurin er í einum góðum stima.
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum í sambandi við veljarakanning, sum er gjørd um fólkatingsvalið. Veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin vísir, at Fólkaflokkurin hevði vunnið ein fólkatingssess og at bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu mist sítt umboð. Jørgen Niclasen heldur, at tað kann vera løgtingsarbeiðið, sum ávirkar veljarakanningina um fólkatingið.
- Hettar kann vera tekin um, at man vil hava Fólkaflokkin aftur í Fólkatingið, men tað kann eisini vera, at hettar er ein speðilsmynd av innanríkispolitikkinum, sigur hann.
Onki avgjørt um dupultmandat ella høvuðsvalevni
- Á seinasta vali høvdu vit tað støðu, at tað var upp til hvørt einstakt valevni, um tey fóru at sita í fleiri sessum ella ikki, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur at tey ikki hava avgjørt enn hvussu verður gjørt til næsta val, men viðgongur eisini, at seinasta val vísti, at Føroyingar ikki vilja hava at fólkavald sita í tveimum sessum í senn.
- Undanfarin val hevur tað víst seg at hava týdning. Men hinvegin fella teir flokkarnir, sum fóru á val við boðskapinum um onki dupultmandat seinast, á hesari veljarakanning, sigur Jørgen Niclasen, sum heldur onki vil siga um, um flokkurin hevur nakað høvuðsvalevni.
- Tað er vanligt í Fólkaflokkinum, at veljarin avgerð og at fleiri bjóða seg fram á listanum. Men vit hava onki gjørt við fólkatingsuppstilling enn, og tí er onki avgjørt enn, sigur Jørgen Niclasen, sum tó váttar at hann sjálvur stillar upp til fólkatingsvalið.
Diplomatiskt arbeiði fyri Føroyar
- Fólkatingssessurin er ein diplomatiskur platformur, til at tæna Føroyum, sigur Jørgen Niclasen. Hann heldur ikki, at sessirnir hava ovurstóran týdning fyri lóggávuvaldið, men at sessirnir eiga at brúkast diplomatiskt fyri Føroyar mótvegis umheiminum. Hann heldur eisini at sessirnir mugu vera har, tá Fólkatingið viðgerð ávís málsøkir.
- Fólkatingið er framvegis lóggevandi á nøkrum økjum, hóast tey ikki eru so nógv. So leingi tey málini eru har, hava sessirnir eisini týdning, sigur hann, men leggur afturat at Fólkaflokkurin vil yvirtaka øll málsøkir.
- Vit vilja taka hesi øki heim til Føroyar at avgera, og tá skulu sessirnir eisini avtakast, sigur hann at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald