- Tað er hugaligt at síggja, at vit ganga fram sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
Á veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, sæst, at Framsókn gongur fram við 2,5 prosentum og fær triðja tingfólkið.
Poul Michelsen vísir á, at flokkurin næstan fekk trý tingfólk á seinasta vali, og at tey tí sjálvandi ætla sær at fáa trý tingfólk á hesum valinum. Hann vísir á, at hóast flokkurin hevur ligið um tvey tingfólk í veljarakanningunum hjá Spyr.fo seinastu tíðina, hevur flokkurin fingið meira undirtøku í veljarakanningum hjá øðrum kanningarfyritøkum.
- Tí er tað positivt at vit eisini ganga fram í hesum veljarakanningunum, sigur Poul Michelsen.
Eru byrjaði uppá valskrá
- Vit eru byrjaði at gera valevnislista og valskránna sjálva, sigur formaðurin í Framsókn. Hann vil tó enn onki siga um, hvat málini í valskránni verða, tí ov lítið er gjørt við ítøkiligi málini.
- Men uppboðssølan verður ein partur av valskránni, sigur hann. Hann sigur annars at valskráin verður bygd á tey trý grundvirðini hjá flokkinum, sum eru persónliga, vinnuliga og tjóðskaparliga frælsið, og at hvørt mál verður viðgjørt út frá teimum fortreytunum.
- Vit hava eisini tosað um, at tjóðskaparligt frælsi skal koma á dagsskránna aftur. Vit vilja í hvussu so er hava meira sjálvræði, sigur hann at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald