Innanlands

Veljarakanning: Rigmor Dam eigur at leggja frá sær

Bara fimti hvør heldur, at landsstýriskvinnan átti at verið sitandi, sambært nýggjari veljarakanning. Javnaðarveljarar ivast

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum (Mynd: Sverri Egholm)

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-21 06:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum átti at lagt frá sær í sambandi við byggigøluna Glasir.

Tað halda 60 prosent sambært nýggjari veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í gjárkvøldið. 22,6 prosent halda, at hon eigur at vera sitandi sum landsstýriskvinna meðan 17,5 prosent siga seg ikki vita.

Um hugt verður eftir tølunum í mun til hvønn flokk ætlanin er at velja til næsta løgtingsval sæst, at tað serliga eru veljararnir hjá andstøðuflokkunum, sum ynskja Rigmor Dam úr sessinum sum landsstýriskvinna.

Millum fólkafloksveljarar er næstan eingin ivi. Heili 85 prosent halda, at Rigmor Dam átti at lagt frá sær.

Og meðan javnaðarveljarar ivast, tykist stuðulin til landsstýriskvinnuna at vera størri úr Tjóðveldi. Av tjóðveldisveljarum eru 52 prosent, sum ikki halda, at hon átti at lagt frá sær, meðan 32 prosent siga ja til spurningin.

Rok hevur verið um Glasir í fleiri vikur, og mikukvøldið løgdu andstøðuflokkarnir misálitisváttan fyri tingið á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, fyri óheimilaðu meirnýtsluna á 14 milliónir á Glasi.

Og hóast misálitið fall, so bendir okkurt á, at fólkið heldur nakað annað enn teir 33 løgtingslimirnir hildu mikukvøldið.

Meira frá veljarakanningini kemur seinni í dag

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder