Innanlands

Veljarakanning: Samgongan gongur aftur

Framtakið fyri rættindum av velja kannabis stendur aftur til at fáa umboð á tingi, men verður ikki tungan á vágskálini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-29 14:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samgongan hevði mist meirilutan á løgtingi, um val hevði verið í dag. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

Á seinastu kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri mánaði síðani var úrslitið tað, at tað stóð á jøvnum í tingmannatali millum núverandi samgongu og andstøðu, og at Framtakið fyri rættindum at velja kannabis, fekk 33. tingsessin og sostatt kom at vera tungan á vágskálini.

Úrslitið hesaferð vísir eisini, at Framtakið fær seinasta mandatið, men hon vísir eisini, at Framsókn missir sín triðja sess og Miðflokkurin fær ein aftur, og sostatt stendur nú 15-17 millum samgongu og andstøðu.

Harvið kann eisini sigast, at Framtakið ikki fær sama týdning í tingfólkasamansetingini, um hetta skuldu verið úrslitið.

Fólkaflokkurin størst, men gongur aftur
Í mun til valúrslitið seinast, er tað framvegis Fólkaflokkurin, sum stendur til at gerast stóri vinnarin. Men tølini í kanningunum ganga spakuliga aftureftir.

Hesaferð fær flokkurin 24,6 prosent. Fyri einum mánaði síðani vóru tað 25,2 prosent, sum søgdu seg fara at velja Fólkaflokkin og fyri tveimum mánaðum síðani vóru tað 27,1 prosent. Nýggjasta kanninginn vísir, eins og seinast, at Fólkaflokkurin stendur til at fáa átta fólk vald á ting.

Javnaðarflokkurin gekk seinast munandi fram ímun til kanningina í januar, men hesaferð gongur aftur aftur hjá flokkinum. 20,4 prosent siga seg velja flokkin hjá løgmanni, sum sostatt framvegis er næststørstur, hóast hann missir heilt nógv í mun til seinasta val, og stendur at fáa sjey tinglimir.

Sambandsflokkurin stendur nú til at ganga munandi fram í mun til seinastu kanning, og liggur nú eisini omanfyri úrslitið á seinasta vali. 19,3 prosent siga seg í nýggjastu kanningini fara at atkvøða fyri Sambandsflokkinum, sum framvegis stendur at fáa seks tinglimir eins og flokkurin hevur á løgtingi nú.

Tjóðveldisflokkurin, sum sambært kanningini verður fjórstørstur, fær 18,7 prosent og seks tingfólk. Úrslitið hesaferð er væl betri – 1,2 prosentstig – enn til seinastu veljarakanning.

Smeitur til Framsókn
Framsókn, sum fekk góð úrslit á seinastu veljarakanning, fær ein smeit í nýggjastu veljarakanningini, og stendur til bara at fáa 4,9 prosent og tvey tingfólk. Miðflokkurin gongur fram, fær 5,3 prosent og eisini tvey tingfólk.

Sostatt tekur Miðflokkurin sessin aftur sum Framsókn fekk íseinastu kanning, og tað er einasta broyting í tingfólkatali í nýggjastu kanningini í mun tilkanningina í februar.

Tað kann vera óvissan í kanningini á millum 1,4 og 3,7 prosentstig, sum er orsøk til stóra sveiggið hjá Framsókn.

Sjálvstýrið gongur eitt vet aftur, og sama ger Framtakið, men bæði varðveita tað eina tingumboðið, sum tey eisini fingu í seinastu kanning.

Spyr.fo spurdi 500 veljarar týsdagin 26. mars.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder